Skrivstovan er opin: Mánadag - Fríggjadag - 8.00 - 17.00


Ein fyritøka við royndum

P/F Poul Hansen er við sínum 60 starvsfólkum størsta heilsølan í Føroyum, og við meira enn 80 ára royndum hevur fyritøkan uppbygt eitt breitt og gott úrval av merkivørum, við meiri enn 5.000 vørum í vøruskránni.

Síðani Poul Hansen byrjaði virksemi heima hjá sær sjálvum í 1927, hevur fyritøkan verið ein familufyritøka, og í dag situr triðja ættarliðið við róðrið. Tað, sum byrjaði við einum umboði fyri eingilskt tubbak og nakrar fáar kolonialvørur, gjørdist byrjanin til eina framvegis vaksandi fyritøku.

P/F Poul Hansen leggur áherðslu á at hava eitt stórt og fjølbroytt úrval av vørum, álítandi leveringar, og dugnalig og kvalfiserað starvsfólk. Harumframt verður nógv gjørt við at fylgja við øllum vørum, so góðskueftirlitið altíð verður hildið.

Føroyski gerandisdagurin hevur altíð fylgt nógv í virkseminum hjá fyritøkuni, og okkara vørur finnast í sjálvt uttasta útjaðaranum av landinum. Og við kundum um alt landið, er fyritøkan ein góður samstarvsfelagi, tá ið tað ræður um at fylgja við broytingunum á marknaðinum.


 

Samskifti

P/F Poul Hansen
P.O. Box 3016
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands

Tel +298 311 161
Fax +298 315 361
ph@ph.fo