Heimskendi fótbóltsleikarin, Christian Carembeu, avdúkar steypið umborð á flogfarinum

FIFA World Cup Trophy Tour by Coca-Cola

Leygardagin 24. mars var eitt sera spennandi og forkunnugt tiltak á Tórsvølli. Tað var í sambandi við, at HM steypið í fótbólti kom til Føroyar. Tað er Coca-Cola, sum er ein av høvuðsstuðlunum, sum í samstarvi við FIFA, skipar fyri eini heimsumfatandi ferð við steypinum. Tað er hetta steypið, sum heimsmeistarirnir í fótbólti fara at vinna í summar, tá ið HM verður spælt í Russlandi. Steypið verður flutt millum útvald lond, við einum serligum flogfari, sum er prýtt bæði innan og uttan við Coca-Cola eyðkennum. Ferðin hesuferð byrjaði 9. september 2017 í Moskva og er enn á ferð og kemur at vitja yvir 50 ymisk lond, áðrenn tað aftur setir seg í Russlandi í mai. Í ár vóru Føroyar eitt av vitjaðu londunum, og heimskendi fótbóltsleikarin Christian Carembeu, var við á hesi ferðini, og var einasti persónurin, sum slapp at lyfta og nerta við steypið.

Flogfarið lendi í Vágunum leygardagin 24. mars kl. 17, og tá fingu innboðin møguleikan at sleppa umborð á flogfarið. Síðani gekk leiðin suður til Havnar á Tórsvøll, har allir fótbóltsfjepparar, stórir sum smáir, og áhugaði annars, fingu høvið at koma at síggja og taka myndir saman við steypinum og fleiri fingu eina mynd saman við Christian Karembeu.

Uppmøtingin var sera góð, og yvir 1000 fólk fingu tikið mynd saman við steypinum. Tiltakið varð skipað soleiðis, at frá kl. 18:00 til 20:30 vóru ymiskir aktivitetir á Tórsvølli til børn, súpan, kaffi og okkurt søtt varð bjóðað fólki, sum komu til tiltakið, og Petur Háberg syrgdi fyri, at góðir tónar vóru spældir í hátalarunum.

Kl. 19:00 avdúkaði Christian Carembeu steypið inni í No12, saman við gomlum føroyskum fótbólts-legendum. Seinni um kvøldið varð skipað fyri serligari hugnaløtu í hølunum hjá FSF, og fingu innbodnu og útlendsku gestirnir høvið at taka mynd saman við steypinum, hoyra føroyskar tónleikarar, smakka góðan mat og síggja framførslu niðri á grøna grasvøllinum í stilla kvøldarmyrkrinum. Hetta vóru dugnaligir fimleikarar frá HF, sum høvdu sett eina seriu saman til eitt av eyðkennisløgunum hjá Coca-Cola.

Sama kvøld var altjóða tiltakið Earthhour um allan heim, og tískil vórðu øll ljós á Tórsvølli sløkt frá 20:30-21:30. Í  hesum sambandi varð eitt stórt 60+ tekin skapa á Tórsvølli, við LED ballónum. Hetta er eitt tekin, sum er altjóða eyðkennið fyri Earth Hour, og riggaði hetta serliga væl, tí veðrið var so gott og tað lýsti væl, tá ið stóru ljósarmarnir á Tórsvølli vórðu sløktir.

Steypið og útlendsku gestirnir, sum vóru við á ferðini til Føroyar, takkaðu fyri seg og upplivingarnar í Føroyum, og fóru tíðliga sunnumorgun vestur á flogvøllin har Coca-Cola flogfarið setti kós móti Íslandi, og eru í skrivandi stund í Kolumbia.

Sum høvuðsinnflytari av Coca-Cola til Føroyar, var tað P/F Poul Hansen, sum samskipaði tiltakið í Føroyum, og vilja vit takka fyri eitt sera gott og stuttligt tiltak. Takk til øll tykkum, sum komu til tiltakið og ein serlig tøkk til okkara egnu hjálpsomu PH-starvsfólk, LjóðTøkni, Gist&Vist, FSF, Tórsvøll, HF og føroysku tónleikararnar.

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.