Skrivstovan er opin: Mánadag - Fríggjadag - 8.00 - 17.00




1. august hevði Finnbogi Danielsen arbeitt á heilsøluni hjá Poul Hansen í 40 ár. Finnbogi byrjaði á deildini á Tvøroyri sum goymslumaður, men gjødist síðani sølumaður.
Í sambandi við 40 ára dagin var morgunmatur, har starvsfelagar heiðraðu Finnboga á hansara stóra degi.
Finnbogi fekk handaða gávu, og frá leiðslu og starvsfólki fekk hann blómur, sum Óli Reinert, handaði honum.
Finnbogi var bert 15 ára gamal, tá hann byrjaði í fyritøkuni 1.august 1971. Á móttøku, sum varð hildin í samband við stóra dagin, segði Finnbogi, at honum hevur dámt so væl í starvinum, at skuldi hann valt umaftur, hevði hann ikki ivast. Hann hevði valt tað sama.
Eftir at deildin á Tvøroyri stongdi fyri nøkrum árum síðani, hevur Finnbogi røkt kundar norðanfjørðs, umframt at hann hevur verið okkara maður í Suðuroy.
Samskifti
P/F Poul Hansen
P.O. Box 3016
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 311 161
Fax +298 315 361
ph@ph.fo



