Ása Gram fer frá

Ása Gram byrjaði longu sum 16 ára gomul at arbeiða hjá handilsfyritøkuni P/F Poul Hansen. Ása hevur sostatt upplivað ein stóran part av virkis- og marknaðarbroytingunum, sum hava verið gjøgnum hesi 54 árini hon hevur arbeitt hjá fyritøkuni. Millum annað var hon helst ein av fyrstu føroyingunum, sum byrjaði at arbeiða við teimum sonevndu holukortunum, sum tá var tað heilt stóra innan KT-økið. Ása starvaðist tá hjá P/F Data, sum var ein deild hjá P/F Poul Hansen. Ása hevur starvast innan ymisk øki, men seinastu nógvu árini hevur hon verið fastur partur av roknskapardeildini.

Í sambandi við at Ása hevði sín síðsta arbeiðsdag fríggjadagin 4. mai, var móttøka í kantinuni á Heykavegnum. Starvsfólkið varð samlað til ein hugnaligan drekkamunn og Høgni Hansen, stjóri, segði nøkur góð orð um ta tíðina, Ása hevur verið knýtt at fyritøkuni.

Vit hjá P/F Poul Hansen takka hjartaliga Ásu Gram fyri øll hesi árini, hon hevur arbeitt hjá okkum, og ynskja henni blíðan byr í framtíðini.