Hans David Sólsker og Alberg Gaardlykk

Hans David Sólsker útlærdur og settur í starv

1. juli 2014 byrjaði Hans David Sólsker í slagtaralæru á Krás. Hann hevur skiftivís arbeitt á Krás og verið á skúla í ávís tíðarskeið, seinastu fýra árini. Tað var á ZBC Slagteriskolen í Roskilde, at Hans David endaði sína lærutíð, og 7. januar 2018 fekk hann sítt prógv og rós fyri sítt endaliga avrik. Tað er Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari á Krás, sum hevur verið lærumeistari hjá Hans David. Hans David er settur í starv hjá PH samtakinum, har hann kemur at taka sær av kjøtsølu frá Krás og annars kjøtsølu sum heild hjá PH samtakinum.  

Vit ynskja Hans David hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum til sveinaroyndina, og fegnast um, at hann heldur áfram í PH samtakinum.