Holger Hansen 40 ár hjá PF Poul Hansen samtakinum

Í gjár, 03.okt. 2018, var hugnaløta og móttøka fyri Holgeri Hansen, sum 1. sept. hevði 40 ára starvsdag hjá PF Poul Hansen samtakinum. Holger Hansen fylti 70 ár 25. juli, og gavst nú eftir trúgva tænastu í samtakinum vegna aldur og fekk tí samstundis eisini handað væluppibornu ”Den Kongelige Belønningsmedalje”. 
Holger er ættaður úr Vejle í Danmark, og er útbúgvin innan handil. Hann hevur búð í Føroyum síðan 1972, og byrjaði hjá PF Poul Hansen í 1978.

Vit í PH samtakinum takka Holgeri fyri drúgva og trúgva tænastu her hjá okkum, og ynskja honum blíðan býr víðari nú hann gevst í starvinum.