Húsavørður til Poul Hansen samtakið

 Søkt verður eftir húsavørði til Poul Hansen samtakið

 Arbeiðið fevnir um

  • ·         at viðlíkahalda og røkja bygningarnar hjá samtakinum og økini uttanum
  • ·         at samskipa og hava eftirlit við byggiverkætlanum
  • ·         at umsita ymiskar tekniskar skipanir, so sum eldávaringarskipan og alarmar
  • ·         gera tær ábøtur, ið eru neyðugar

Vit ynskja ein starvsfelaga sum

  • ·         er arbeiðssamur
  • ·         setur eina æru í, at tingini eru í lagi
  • ·         dugir at samstarva
  • ·         arbeiðir sjálvstøðugt
  • ·         er handverkari, helst við royndum innan byggivinnuna

Vit bjóða

  • ·         eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast
  • ·         fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • ·         løn eftir avtalu

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jónfinn Petersen, goymsluleiðara, á tlf. 235310.

 

Umsóknir, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi mikudagin 2. mai 2018.


Stutt um P/F Poul Hansen

Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí og vistveitingardeild umframt at umsita matvøruhandlar saman við øðrum eigarum. Uml. 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.