Rói Ørvarodd, søluleiðari hjá Poul Hansen, saman við Ole Vittrup, umboð frá Jensen Brød.

Nýtt samstarv um baksturvørur

Søludeildin hjá Poul Hansen samtakinum, hevur gjørt avtalu við “Jensen Brød” og kann nú bjóða viðskiftafólki dygdarvørur frá hesum danska veitaranum í Aalborg. Jensen Brød er eitt familjudrivið virkið, sum hevði sína byrjan í 1989. Tá helt bakaríið til í sama bygningi, sum “Færø-bageriet” í Aalborg eisini hevði sítt virksemið frá 1975-1989. Í 2015 flutti bakaríið í nýumvæld høli, við tí nýggjastu tøknini og útgerðini innan bakaríøkið. Vit hjá Poul Hansen samtakinum fegnast um avtaluna og kunnu nú bjóðað okkara viðskiftafólkið eitt stórt og dygdargott úrval í bakeoff vøru.

Meira um http://jensen-bread.dk/