Dánjal Joensen, formaður í Ársins Borgara-nevndini hjá Lions Club Tórshavn, handar Høgna Hansen, stjóra hjá P/F

Poul Hansen, heiðurin sum Ársins Borgari 2018

(mynd av portal.fo)

P/F Poul Hansen fær Lions-heiður

Herfyri fekk P/F Poul Hansen handað heiðursløn frá Lions Club Tórshavn sum Ársins Borgari 2018. Heiðurin fekk P/F Poul Hansen fyri at hava hýst Undirhúsinum í Havn í meira enn 80 ár, har hølið við ljósi og hita hevur verið latið brúkarunum ókeypis. Undirhúsið í Havn hevur hildið til í hølum hjá P/F Poul Hansen í Vágsbotni, og brúkarirnir eru tilkomnir og eldri menn í Havn.

Síðstu gott og væl tvey árini hava verið broytingartíðir á matriklinum, tí hølini skuldu umbyggjast til nýggju matstovuna Tarv, men P/F Poul Hansen vildi ikki sleppa Undirhúsinum upp á fjall, og royndi at finna eina loysn, har pláss var fyri báðum – og tað letst at verða væleydnað.

Stjórin hjá P/F Poul Hansen, Høgni Hansen, er sera glaður um loysnina við Undirhúsinum og takksamur fyri at Reyði Krossur vildi hýsa Undirhúsinum, ímeðan umbyggingin av hølunum fór fram.

Ársins Borgari fevnir um eitt heiðursskjal og eina lítla peningagávu, men stjórin hjá P/F Poul Hansen helt, at Lions Club Tórshavn heldur skuldi lata onkrum vælgerandi endamáli teir pengarnar, og tað er tikið til eftirtektar. 

(kelda portal.fo)

Les meira her: 

http://portal.fo/pf+poul+hansen+faer+lionsheidur.html