Tvey barsilsfarloyvisstørv á fíggjardeildini

Poul Hansen samtakið søkir eftir tveimum dugnaligum og álítandi starvsfólkum til roknskapar- og fíggjardeildina at byrja í mars og apríl.

Høvuðsskipanin hjá fyritøkuni er Microsoft Dynamics AX.

Vit kunnu bjóða tvey áhugaverd og spennandi størv í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.


Arbeiðsuppgávurnar í tí eina starvinum eru m.a. at hava ábyrgdina av fíggjarstýringini hjá øllum PH samtakinum saman við leiðaranum á deildini.

Tín vangamynd

-        Tú hevur viðkomandi útbúgving, t.d. HD ella cand. merc. og royndir innan fíggjarstýring, roknskap og bókhald

-        Tú hevur góðan kunnleika til roknskaparskipanir og KT, ert framsíggin á hesum økjum og dugir at síggja nýggjar virkisfremjandi møguleikar

-        Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt

Tú skalt vera til reiðar at byrja í starvinum 1. mars.

 


Arbeiðsuppgávurnar í hinum starvinum eru fyri ein part bókhaldsarbeiði og at tolla, útyvir tær vanligu uppgávurnar á eini fíggjardeild.

Tín vangamynd

-        Tú hevur royndir við at tolla og at bóka

-        Tú hevur góð evni at samstarva og samskifta

-        Tú ert røkin og álítandi og dámar at hava gott skil á

-        Tú ert tænastusinnað/ur

Tú skalt vera til reiðar at byrja í starvinum 1. apríl.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstørv ella eftir avtalu. Lønar- og setanartreytir eru sbrt. sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, leiðara á fíggjardeildini, á tlf. 227222 ella skriva til ahansen@ph.fo.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 21. januar 2018.

 


Stutt um P/F Poul Hansen Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitur matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum www.ph.fo