Poul Hansen heilsøla

03. september 2019

Slaktið á Krás 2019

Krás gevst við at fletta uppá tænastu!

Nú heystið stundar til, boðar Krás frá, at framyvir verður ikki flett uppá tænastu.

-  Vit hava valt at gera hesa broyting, tí vit bert fara at keypa seyð til egna framleiðslu, sigur Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás.

Krás, ið er løggilt  matvøru- og sláturvirkið í Hósvík, hevur seinastu 10 árini flett seyð upp á tænastu. Eftirspurningurin eftir føroyskum lambskjøti hevur øll árini verið størri enn tey gott 2000 lombini, sum Krás hevur keypt og flett hvørt ár, og er mest sum alt av seyðinum gagnnýtt.

Matvøruhandlarnir kring landið selja vøruna frá flettingini, harumframt fer ein  partur av lambskjøtinum eisini til matstovuvinnuna, ið hevur tikið væl ímóti tí føroyska lambskjøtinum.

Meira kunning fæst við at venda sær til Alberg Gaardlykke á Krás, telefon 235360.

In English In English