Poul Hansen heilsøla

Sølufólk til catering

Ynskir tú tær ein fjølbroyttan arbeiðsdag, har gastronomi er í hásæti? Dámar tær væl at práta og at koma at kenna nýggj og spennandi fólk? Ynskir tú at vera við til at seta dám á eina støðugt vaksandi vinnu? Um so er, hava vit rætta starvið til tín.

Samtakið við vakstrarhuga

Poul Hansen samtakið er ein spennandi og nýhugsandi fyritøka í støðugari menning. Vit hava yvir 90 ár á baki, men vit hyggja frameftir og fylgja við nýggjastu tøknini og skiftandi tørvinum hjá kundum okkara. Vit eru ein fjølbroytt fyritøka við egnari heilsølu, sláturvirki, heildarveitingarfyritøku og eru í ognarsamstarvi við fleiri matvøruhandlar runt um alt landið. 

Sum sølufólk innan catering fært tú ein skiftandi arbeiðsdag við nógvari ábyrgd, nógvum samstarvfelagum og góðum møguleika at seta dám á økið.
 

Tín dagligdagur sum sølufólk innan catering  

  • Søla, ráðgeving og kundarøkt
  • Uppfylging av sølu
  • Uppsøkjandi søla
  • Gera tilboð
  • Vitja kundar kring landið
  • Proviantera skip
  • Umframt aðrar uppgávur

 

Vit bjóða 

Tú verður partur av einari vælskipaðari fyritøku í støðugari menning, við ídnum og fakliga dugnaligum starvsfólkum, har arbeiðsuppgávurnar eru spennandi og fjølbroyttar. Harumframt hava vit nýggjastu tøknina innan vøru- og goymslustýring. 

 

Vit ynskja, at tú 

  • ert útbúgvin kokkur, bakari, tænari, slaktari ella hevur áhuga fyri gastronomi  
  • dugir væl at samskifta og samstarva
  • dugir at leggja langtíðarætlanir, samstundis sum tú er før/ur fyri at fremja neyv og stundislig átøk, tá tað krevst 
  • ert við til at náa ásettu strategisku málunum 
  • ert vælskipað/ur og verður drivin av góðum úrslitum
  • hevur góðan telduførleika og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar tøkniligar skipanir  
  • tosar og skrivar føroyskt, norðurlendskt og enskt
     

Setanar- og lønarviðurskifti 

Setanarstaðið er á høvuðsskrivstovuni á Heykavegi 8 í Tórshavn. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Lønar- og setanarviðurskiftini eru sambært avtalu. 

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til: hr@ph.fo 
Viðmerkjast skal “sølufólk innan catering”. 
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mars  2020. 


Neyvari upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóan Petur á Stongunum, søluleiðara innan catering, á tlf. 235344 ella jp@ph.fo.  

 

Stutt um P/F Poul Hansen  

Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirkið í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsita matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir tí sera breitt, og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum:  www.ph.fo