Poul Hansen heilsøla

06. juni 2019

Starvsfólkaútferð

Árliga starvsfólkaútferðin hjá Poul Hansen og Krás var sum vant Kristi himmalsferðardag. Hesa ferð varð gingið frá Leynavatni til Hósvíkar.

Komin hálvan veg og vit rinda møðina og leska vælsmakkandi tvíflís og drekka

Stór og smá vóru møtt á Heykavegnum hiðani bussarnir skuldu koyra kl. 11:00. Eftir at matpakkar og drekka varð fingið niður í taskur, fóru vit avstað í góðum hýri. Vit vórðu sett av við Leynavatn og síðani fór fylgið niðan brekkuna aftaná Hans Mikkelsen, ferðaleiðara.

Hóast tað ikki var av besta gonguveðri og túrurin niðaná fyrsta teinin var seigur so var hýrurin góður og øll komu niðaná. Hálva leið til Hósvíkar varð støðga á at rinda møðina, eta matpakkan og taka felagsmynd. 
Eftir góðum trimum tímum vóru øll komin til Hósvíkar, og vitjaðu vit á Krás, fingu ein heitan kaffimunn frá Hans David og vórðu runt á virkinum.
Síðani gekk leiðin niðan í bygdarhúsið, har Ruben Busk borðreiddi við glaseraðum svínakjálkum, kálrót, rísi, steiktum eplum, grønum salati og breyði. Endað var við góðum kaffimunni og rabarbutriflu omaná. 

Aftur ein góður starvsfólkadagur í ár, og vit takka fyriskiparunum og starvsfólkið fyri gott tiltak.

 

In English In English