16. juli 2019

25 ára starvsdagur

Hugnalig løta í kantinuni í morgun í sambandi við at Jógvan Hansen hevur verið í starvi hjá PH samtakinum í samfull 25 ár.

Høgni Hansen, stjóri og Jógvan Hansen, avmyndaðir saman við bronsumyndini av stovnara virkisins, Poul Hansen.

Hugnaløta var í morgun í sambandi við, at Jógvan Hansen hevði 25 ára starvsdag hjá PH samtakinum 1. juli. Starvsfólk hjá PH og familja hjá Jógvani vórðu samlað til ein betri bita og stjórin, Høgni Hansen, setti nøkur orð á tíðina, Jógvan hevur starvast hjá PH samtakinum. Jógvan hevur m.a. tikið sær av sodavatnsøkinum og hesi seinastu árini, hevur hann eisini havt aðrar uppgávur, eitt nú sum bilførari.

Vit takka hjartaliga Jógvani fyri trúgva tænastu og hansara jaliga lyndi øll hesi 25 árini.

Myndir frá hugnaløtuni