Poul Hansen heilsøla

16. mars 2020

Broyttar mannagongdir

Í sambandi við Corona virus og tilmælini frá myndugleikunum fara vit at skipa okkum øðrvísi hjá Poul Hansen í eina tíð

Vit fara at royna at minka um smittuvandan við at hava so fá starvsfólk sum gjørligt á arbeiðsplássinum samstundis, men hetta skal tó ikki ávirka kundan.

Fyribils hava vit skipað arbeiðið hjá Poul Hansen í umsitingini soleiðis, at øll, sum kunnu arbeiða heimanifrá, gera tað. Á teimum deildum, har tað ikki ber til at arbeiða heimanifrá, er arbeiðið skipað soleiðis, at bert eitt starvsfólk er á kontórinum í senn. Serligar mannagongdir eru gjørdar fyri tey starvsfólk, sum eru til arbeiðis á skrivstovu og á goymslu, soleiðis at smittuvandin er so lítil sum til ber. 

Sølumenninir arbeiða bert heimanifrá og samskifta umvegis telefon og teldupost við okkara kundar.

Goymslan heldur áfram og arbeiðir sum vanligt. Tó ynskja vit ikki at nakar uttan starvsfólkini sum vanliga starvast í goymsluni, eru á goymsluni. Kundin bíleggur sum vanligt á netinum og kemur til Poul Hansen eftir vøruni og fær vøruna við at ringja á tlf. 360146.

Vit eggja annars øllum, bæði í arbeiðstíð og privat, til at fylgja ráðunum frá landslæknanum um corona smittuvandan: landslaeknin.stps.dk/