Poul Hansen heilsøla

OKKARA SØGA

Fyri næstan 100 árum síðani byrjaði nýtt handilsvirksemi í einum heimi á Ingutrøð í Havn, har ein nýklaktur handilsmaður hevði fingið umboð fyri nakrar fáar turrvørur og bretskt tubbak.

 

Hetta legði lunnar undir eina stóra føroyska fyritøku, sum framvegis er í vøkstri og mennist við tíðini.

Árið eftir stovnanina byrjaði ungi handilsmaðurin at selja fisk og ullvørur, og longu tvey ár flutti virksemið oman á Bryggjubakka í ein bygning, sum fyritøkan framvegis eigur.

Stutt eftir víðkaði fyritøkan um fermetrarnar við at keypa fyrst ein bygning og síðani ein afturat á Bryggjubakka.

Røðin av gomlu bygningunum í Vágsbotni er vorðin ein kend og hugnalig byarmynd við Vágsbotn og fyri gomlu Havnina.Stovnarin av handilsfyritøkuni í 1927 var vestmenningurin, Poul Hansen, sum bert 16 ára gamal flutti til Havnar, har harnn fór í læru hjá Restorff.

Fyritøkan ber framvegis navnið eftir hesum gløgga og framskygda manni, sum byrjaði einsamallur, men skjótt kom svágurin upp í handilsvirksemið, og síðani synirnir, ið seinni tóku yvir og róku fyritøkuna víðari.

Aftan á seinna heimsbardaga var Poul Hansen ein av størstu útflytarum av salt- og klippfiski til Spania og Italia, eins og hann í 1946 var við at stovna Føroya Fiskasølu.

Í 1951 varð vørugoymsla bygd á Eystaru bryggju, og í húsunum hjá Bacalao á Vestaru bryggju fekk frystigoymslan innivist fimm ár seinni.

Sum fráleið kom virksemið hjá Poul Hansen at fevna víða, og upp ígjøgnum fimti- og sekstiárini leigaði Poul Hansen ein hóp av skipum til línu-, snellu- og sildaveiðu.

At framskygni altíð hevur eyðkent fyritøkuna sæst millum annað á, at Poul Hansen heilsøla var tann fyrsta fyritøkan í Føroyum, sum útvegaði sær sær datatól. Hetta var longu í 1963.

Í 1977 flutti Poul Hansen í stóran nýmótans bygning uppi á Hálsi, har alt virksemið varð savnað og framvegis er.

Síðani innflytingina er stóri goymslu- og skrivstovubygningurin á Hálsi útbygdur tvær ferðir.

Poul Hansen er framvegs ein familjufyritøka, og í dag situr triðja ættarlið við róðrið, eins og fjórða ættarlið er umboðað í fyritøkuni.

Føroyski gerandisdagurin hevur altíð verið ryggurin í virkseminum hjá fyritøkuni, og sjálvt í ytstu útjaðara í Føroyum kunnu vørur frá Poul Hansen fáast til keyps.

Fyri nøkrum árum síðani varð virksemið víðkað til eisini at fevna um matvøruhandlar. Í 2013 tók Poul Hansen upp samstarv við nakrar keypmenn og eigur nú part av nøkrum matvøruhandlum saman við øðrum keypmonnum.

Sostatt er Poul Hansen í dag ein handilsfyritøka í breiðari merking.

Sum størsta heilsøla í landinum bjóðar Poul Hansen seg eisini fram sum heildarveitara til bæði gistingarhús, hotell, matstovur, kantinur, sjúkrahús, stovnar, fast food, skip og frálandavinnu.

Tøkniliga er handilsvirkið ógvuliga framkomið og hevur eina sera væl skipaða arbeiðsgongd. Bæði tá ræður um innkeyp, bíleggingar, goymslu og framleiðslu annars. Hetta tryggjar altíð viðskiftafólkunum rættar, góðar og frískar vørur.

Fyritøkan setir eina æru í at liva upp til verju av umhvørvinum. Umframt í stóran mun at brúka endurnýtslukassar til vøruflutning, er eitt aðalmál hjá Poul Hansen eisini at taka sosiala ábyrgd.

Eisini hevur fyritøkan sum mál at vera førandi innan matvøruveiting, og gera sítt til at styrkja og menna eina ábyrgdarfulla og fjølbroytta matmentan í Føroyum.

Síðst, men ikki minst, vil Poul Hansen vera ein álítandi og ábyrgdarfullur samstarvsfelagi fyri bæði kundar, starvsfólk, veitarar og umhvørvi, eins og at gagna føroyska samfelagnum sum heild.

STUTTFILMUR UM SØGU OKKARA

In English In English