Poul Hansen heilsøla

Krás

Krás er okkara egna løggildaða matvøru- og sláturvirkið. Vit eru sera fegin og errin um at kunna bjóða okkara viðskiftafólki Krás-vørurnar. Úrvalið frá Krás er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera, feskan og frystan døgurðamat, og á heysti fæst matvøra frá flettingini.

Framleiðslan

Í løtuni arbeiða fjúrtan fólk hjá Krás. Tey skulu bara hugsavna seg um at framleiða so góða vøru sum til ber, meðan heilsølan tekur sær av sølu, umsiting og avgreiðslu. Arbeiðshølini og útgerðin eru dagførd við nýmótans pakkilinju, og virkið lýkur øll krøv til matvøruframleiðslu og er góðkent av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Kappingin við innfluttar vørur er serliga hørð nú. Krás slakar tó ikki við dygdini - hon verður altíð sett í hásæti. Kappingin uttaneftir rakar ikki alla framleiðsluna hjá Krás. Stórur partur av framleiðsluni, so sum skinsakjøt og rullupylsa, er serføroysk. Serligur dentur verður lagdur á at gera vørurnar so góðar, sum á nakran hátt til ber. Eitt nú hevur livurposteiið sera gott umdømi.

Krás - matvørur

Úrvalið hjá Krás

Viðskeri: Rullupylsa, kjøtpylsa, skinsakjøt og livurpostei.

Lidnir døgurðabakkar: Pasta Bolognese, kjøtsós við eplamorli, tortilla við kjøtsós og lasagna, rómaeplarulla v/osti og kryddi, rómaepli við kryddi, nachos v/høsnarunga og osti.

Feskur døgurðamatur: Fiskafars, kjøtfars, malið neytakjøt, ymsar steikir av oksakjøti, kotilettir o.a. av svínakjøti.

Frystur døgurðamatur: Saltsprongt lambskjøt, saltsprongt oksakjøt og lambstjógv. Krás roykir hamburgarrygg, flesk og medistara.

Krás - kjøt

Pakking

Virkið fór eisini fyri nøkrum árum síðani undir nýggjan hátt at pakka tær fesku vørurnar. Hesin háttur at pakka inn saman við gjøgnumførdum reinføri ger, at fesk vøra við ongum haldevni í kann halda sær í kulda í tríggjar til sjey dagar. Tað ger at kjøt av besta slagi verður pakkað á sama hátt sum viðskeri, og hildið kalt á uml. tveimum stigum. Hetta er ein framkomin háttur at pakka feska vøru. Um hetta skal eydnast, er tað av alstórum týdning, at rávøran er 1. floks, at reinførið er 100 prosent í lagi, og at køliketan er óbrotin.

Samband við Krás

Høvuðsnummar / Central office

Matvøru- og sláturvirki / Slaughterhouse and Food producer

360 148

kras@ph.fo

Alberg Gaardlykke

Leiðari

360 116

alberg@ph.fo

Hans David Sólsker

Slaktari, varaleiðari

360 114

Søgan um Krás

Vit, P/F Poul Hansen, hava virkað sum heilsøla líka síðan 1927. Henda fyritøkan, sum í dag hevur fleiri enn 70 fólk í arbeiði, helt fyrst í 70unum, at nýggjar leiðir skuldu roynast. Byrjað varð við saltaðum oksa- og lambskjøti. Framleiðslan gekk væl, og tey fyrstu árini varð virkað og framleitt á Bacalao. Men tíðirnar broyttust, og tá P/F Poul Hansen miðskeiðis í 70árunum varð noytt at sleppa sær av við bygningarnar á havnarøkinum, varð gjørt av at byggja nýggjan bygning á Hálsi. Bygningurin skuldi fevna um alt virksemi hjá P/F Poul Hansen.

Tók dik á seg

Nýggi bygningurin broytti umstøðurnar nógv. Plássi var ivaleyst av, og umstøðurnar í síni heild svaraðu til øll nútíðarkrøv hjá stórari fyritøku.

Gamli høvuðsbygningurin var 500 fermetrar til víddar. Hann kundi staðið tíggju ferðir í tí nýggja, sum hevði gólvvídd, sum var 5.000 fermetrar. Matvøruframleiðslan flutti eisini niðan á Háls. Heilsøla og matvøruframleiðsla vórðu savnað á einum stað, tá ið bygningurin var liðugur í 1977. Tá tók matvøruframleiðslan rættiliga dik á seg.

Fyri nøkrum árum síðan flutti Krás til Hósvíkar, og matvøruframleiðslan og úrvalið, sum er í dag, kann ikki samanberast við tað, sum farið varð undir fyrst í 70árunum.

Krás

Taylor Preston

Krás samstarvar við kjøtframleiðara úr Ný Sælandi, og fær oksakjøt av ungneytum frá Taylor familjuni, sum hava drúgvar royndir í sláturvinnuni.

 

Les meira um okkara kjøt veitara