31. oktober 2019
Hugnaløta var í kantinuni mikudagin 30. oktober fyri Tove Johansen, sum nú hevur valt at fara frá vegna aldur.
Tove hevur arbeitt hjá okkum í 48 ár. Familja, fyrrverandi og núverandi starvsfelagar hjá Tove, vóru samlað til eina hugnaliga løtu, har stjórin, Høgni Hansen, segði nøkur orð og handaði Tove “Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum er givin fyri trúgva tænastu í øll hesi árini. Tove byrjaði longu sum 19 ára gomul at arbeiða hjá Poul Hansen niðri á Bryggjubakka, og hevur síðani verið trúgva røddin í telefon-avgeiðsluni, sum hevur tikið ímóti okkara mongu viðskiftafólkum. Nógv starvsfólk vóru savnaði um hesa hátíðarløtuna, og eisini komu fleiri av fyrrverandi starvsfeløgum hjá Tove á gátt at heilsa uppá. Tove hevði sín síðsta starvsdag her í summar og er nú endaliga farin frá fyri aldur.
Vit takka hjartaliga Tove fyri trúgva og góða tænastu og ynskja henni blíðan býr í framtíðini.