Poul Hansen heilsøla

06. desember 2019

Poul Hansen fingið Kærleikskúluna 2019

Hátíðarløta á Steinprenti í dag, har Poul Hansen fekk stórfingnan heiður, fyri spennandi samstarvið við Dugna

Kærleikskúlan 2019

Vit hava gjørt eitt spennandi samstarv við Dugna, har dentur er lagdur á endurnýtslu, umhvørvi og samfelagsábyrgd. Hettar er eitt samstarv, ið hevur nógv áhugavert við sær, m.a. hava vit víst á  møguleikan at falda jólastjørnur, og harvið endurnýta okkara tilboðsbløð. Næsti liður í samstarvinum er frukt- og grønmetisnetið, ið tú sjálv/ur kanst binda og síðani brúka í staðin fyri tunna plastposan.  

 

Vit mugu øll stremba eftir at gerast grønari - eisini tá ið tað kemur til vørur og tilfar til handlarnir. Ásannast má tó, at tað er torført at sleppa undan øllum plastinum, men um vit kunnu vísa á aðrar valmøguleikar, so vóna vit, at vit eru við til at stimbra til eina hugburðsbroyting á hesum økinum.

 

Høgni Hansen, stjóri, tók í móti fyrstu kærleikskúluni 2019, sum listakvinnan Rannvá Kunoy, so fagurliga hevur myndprýtt. Stjórin segði m.a. í síni takkarrøðu: 
" Vit eru greið yvir at vit hava stóra ávirkan á umhvørvið og heilsuna hjá okkara viðskiftafólki, millum annað ígjøgnum tær vørurnar, sum vit selja. Vit renna okkum støðugt í tvístøður, eitt nú við umstrídda evninum um nýtslu av plastikki á matvørum og eisini við avlopsvøru. Vit arbeiða hvønn dag við at finna loysnir til hesar tvístøður, og samstundis vita vit væl, at tað skal nógv meira til, enn vit sjálvi kunnu lyfta. Men lyfta vit í felag, kunnu vit flyta okkum enn skjótari á eina grønari kós. Saman við Dugna, hava vit stungið hesa grønu kós út í kortið. 


At vit í dag móttaka kærleikskúluna 2019 bendir á, at vit eru á rættari kós og hettar gevur okkum enn størri áræði at halda áfram"

 

Fleiri áhugaverd tiltøk verða avdúkaði í komandi tíðum, og vit eru sera fegin um samstarvið við Dugna og serliga takksom fyri heiðurin við kærleikskúluni 2019.