Poul Hansen heilsøla

11. juni 2020

Rætt lag aftur!

Vit fegnast um, at vit nú aftur kunnu arbeiða, næstan sum vit gjørdu áðrenn korona.

Hóast nærum alt samfelagið lukkaði niður um hálvan mars, og arbeitt varð í nógvum førum heimanífrá, var neyðugt hjá einum stórum parti av PH samtakinum at arbeiða sum vanligt, tó so undir tillagaðum umstøðum. Orsakað av at bæði børn og vaksin nú vórðu meira heima í korona tíðini, vaks tørvurin eisini á at fylla sær køliskápini oftari, og tí varð eftirspurningurin eftir gerandisvørum eisini hareftir. Hetta merktist eisini aftur á vørubíleggingunum frá handlum og á goymsluni hjá Poul Hansen, har vøran sum vant kom inn, varð pakkað og síðani send út til matvøruhandlarnar hvønn dag í korona tíðini.

 

Umsitingarligi parturin av at viðlíkahalda ein javnan vørustreym inn til landið og út til handlarnar mátti eisini avgreiðast hetta tíðarskeiðið. Tí vórðu serligar mannagongdir skipaðar innanhýsis í umsitingini hjá Poul Hansen, soleiðis at øll heilsufrøðilig tilmæli frá myndugleikunum vórðu hildin, samstundis sum alneyðugu vørubíleggingarnar og pappírsarbeiðið kundu blíva avgreidd.

 

Flestu innanhýsis mannagongdir koyra nú sum vanligt aftur, men vit hava tó lært av hesari korona tíðini, at skilabest er framvegis at halda hondreinførið í hásæti, og verða tí sprittdunkar og hondsápa dúgliga nýtt runt um í samtakinum.

 

Vit vóna, at vit skjótt aftur kunnu virka og liva sum best eftir umstøðunum og ynskja øllum eitt gott summar!

In English In English