Poul Hansen heilsøla

27. februar 2024

Ásbjørn útbúgvin sum slaktari

Ásbjørn Andrassarson Midjord er nú endaliga útbúgvin sum slaktari.

Í dag var tí móttøka fyri Ásbjørn í Hósvík, har bjóðað varð ein góð máltíð, og síðani handaði Rúni Mohr, leiðari fyri Krás og lærumeistari, honum prógvið og helt eina talu.

Vit í samtakinum ynskja Ásbjørn hjartaliga til lukku við útbúgvningini, og bjóða honum samstundis vælkomnum í fast starv sum slaktari hjá Krás.

In English In English