Poul Hansen heilsøla

02. november 2023

Ert tú okkara grafikari?

Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum grafiskum sniðgeva til marknaðardeild okkara at byrja sum skjótast.

Í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðardeildini verður tú við í kreativu menningini at sniðgeva og framleiða lýsingartilfar til ymiska virksemi hjá okkum. Arbeiðsuppgávurnar fevna breitt og eru alt frá prent til SoMe.

Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving og/ella royndir innan grafiskt arbeiði. Hetta inniber, at tú hevur góðar førleikar innan grafisku forritini, bæði tá ið tað snýr seg um statiskt og dynamiskt marknaðaføringstilfar. Sjálvandi er tað ein fyrimunur, um tú ert ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Løn og arbeiðstíðir avtala vit í felag.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eiler Fagraklett, marknaðarleiðari, á telefon 286 591.Umsókn við CV og møguligum viðkomandi tilfari skal sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. novembur 2023.Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Um Poul Hansen samtakið

Poul Hansen er Føroya størsta heilsøla við 70 starvsfólkum og yvir 95 ára drúgvum royndum. Samtakið umboðar hópin av altjóða merkjum umvegis heilsølupartin. Harumframt fevnir samtakið um Gastro, Krás, Staðrøkt, Samkeyp og Á.

In English In English