Her er ein frágreiðing um, hvussu Poul Hansen nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna.
Ein cookie er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna tína teldu aftur. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.
Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Poul Hansen senda cookies fylgjandi upplýsingar:
Upplýsingarnir verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.
Upplýsingarnir frá cookies kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti.
Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan cookies ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Poul Hansen, kanst tú í kaganum, tú brúkar, skráseta www.ph.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini í flestu kagum møguleiki fyri at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna.
Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá www.ph.fo ella strika cookies, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar www.ph.fo brúkið av cookies frá heimasíðuni hjá Poul Hansen.
Um tú umvegis heimasíðuna hjá Poul Hansen ynskir samband, sendir t-post til okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn, t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.