Poul Hansen heilsøla

KRÁS

Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt til føroyska gerandisdagin. Síðani 1986 hava vit í Krás lagt okkum eftir at veita fyrstafloks viðskera og døgurðamat, ið mettar og væl settar føroyingin. Soleiðis er Krás vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá føroyingum. Ein gerandisdagur, sum Krás samstundis er við at lætta um.

Partur av gerandisdegnum

Tað eru nøkur ting, ið lætta um gerandisdagin. Ting, ið gerast ein sjálvsagdur partur av okkara lívi. Nakað, sum vit kunnu savnast um. Deila við onnur. Njóta sjálvi. Taka við okkum. Inni ella úti. Tá talan er um høgtíðir, veitsluróma, hátíðarhald, eins væl og ein vanligan týsdag eftir arbeiðstíð.

Vælsmakkandi og ómakaleyst. Leskiligt og uttan hóvasták. Góðskugott og fyrstafloks. Hetta er, tá samvera verður til nærveru. Hetta er Krás. Ein partur av gerandisdegnum.

Ein gerandisdagur, sum Krás samstundis er við at lætta um. Við leskiligum føroyskum viðskera, feskum og frystum døgurðamati, umframt lidnum og ómakaleysum døgurðarættum.

Væl gagnist.

FRAMLEIÐSLAN Í HÓSVÍK

Á matvøruvirkinum Krás í Hósvík arbeiða dugnalig og ágrýtin starvfólk við at framleiða og meirgóðska kjøt og fisk í bestu góðsku. 

Krás framleiðir m.a. føroyskan viðskera, feskan og frystan døgurðamat, umframt lidnar døgurðabakkar.

Krás hevur drúgvar royndir innan yrki, og hevur áhaldandi ment bæði vøruúrvalið og vørugóðskuna, so vøran altíð er fyrsta floks. Arbeiðshølini og útgerðin eru eisini dagførd við nútímans tólum og amboðum. 

Krás er góðkent av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Krás - matvørur

VØRUÚRVALIÐ HJÁ KRÁS

Feskur døgurðamatur: Fiskafars, kjøtfars, malið kjøt, ymsar steikir og búffar av oksakjøti, kotilettir o.a. av svínakjøti.

Frystur døgurðamatur: Lambskjøt.

Lidnir døgurðabakkar: Pasta bolognese, kjøtsós við eplamorli, tortilla við kjøtsós, lasagna, rómaeplarulla v/osti og kryddi, rómaepli við kryddi, høsnarungabringa v/pasta, høsnarungabringa v/røsti, karrybollar v/rís og høsnarungi í karrry.

Roykt: Krás roykir hamburgarrygg og medistara, umframt ymsar heimagjørdar pylsur. 

Viðskeri: Rullupylsa, kjøtpylsa, skinsakjøt og livurpostei.

Krás - kjøt

BURÐADYGGARI PAKKING

Hvørt ár fer uml. ein triðingur av allari framleiddari matvøru um allan heim til spillis. Tilfeingi fer til spillis og óneyðugt CO₂ verður slept út í luftina. At minka matoyðsl - kanska einamest kjøtoyðsl - hevur ongantíð áður verið so átrokandi.

Í dag verða fleiri feskar vørur hjá Krás pakkaðar soleiðis, at tær vara longur og minkar tí um matoyðsl. Hetta slagið av bakkum, ið verða rópt "skin pack", eru eisini úr endurnýtsluplasti, sum er gjørt úr tryggum, reinum og verjandi tilfari, ið heldur leingi.

SØGAN UM KRÁS

Fyrst í seytiárinum fór P/F Poul Hansen heilsøla eisini undir at hava matvøruframleiðslu.

Byrjað varð við saltaðum oksa- og lambskjøti. Framleiðslan gekk væl, og tey fyrstu árini varð virkað og framleitt á Bacalao.

Í 1977 flutti framleiðslan frá Bacalao niðan í nýggja bygningin hjá Poul Hansen heilsølu og sostatt komu heilsøla og framleiðsla at virka undir sama taki. Eftir hetta tók matvøruframleiðslan rættiliga dik á seg.

Í 1986 var P/F Krás stovnað sum eitt dótturfelag hjá heilsøluni og yvirtók alla matvøruframleiðslu.

Krás heldur í dag til í Hósvík og har starvast umleið 15 fólk. 

HVØRJI ERU VIT?

Sí yvirlit yvir okkara dugnaligu starvsfólk í Krás

Trýst her
In English In English