Endamálið við stuðulspolitikkinum er at tryggja, at stuðulin verður veittur sambært visiónini hjá samtakinum ”vit eru við til at menna og styrkja føroyska samfelagið”, og at stuðulin samsvarar við virðini hjá samtakinum, og at atlit verða tikin, ið tæna samtakinum.
PH samtakið veitir fegin stuðul til ymisk endamál, ið eru føroyingum og føroyska samfelagnum at gagni. Vit leggja dent á at stuðla feløgum og felagsskapum har samtakið hevur vinnuligt virksemi.
Avtalur um stuðul skulu tæna báðum pørtum, og tí kunnu krøv stillast í stuðulsavtaluni um myndir, marknaðarføring, navn á heimasíðuna og tílíkt.
Fyri at allar umsóknir skulu hava møguleika at verða viðgjørdar eins, verða bert umsóknir, ið eru sendar inn á niðanfyri standandi oyðublaði, viðgjørdar.
Umsóknir skulu latast inn í minsta lagi 4 vikur, áðrenn stuðulin ynskist veittur. Er skotbráið styttri, loyva vit okkum at síggja burtur frá umsóknini.
Ein ávís upphædd til stuðul er ásett hvørt ár, og tí er ikki vist, at allar umsóknir fáa játtandi svar. Marknaðardeildin umsitur og viðger stuðulsumsóknir fyrsta hósdag í hvørjum mánaði.
Vit stremba eftir at allir umsøkjarar fáa skrivligt svar.
PH samtakið tilskilar sær frítt at velja ímillum allar innkomnar umsóknir.
Tá ið tú søkir stuðul umvegis hetta oyðiblaðið, játtar tú samstundis, at tínir upplýsingar verða goymdir í okkara skipanum í eitt hálvt ár, áðrenn teir verða strikaðir heilt úr okkara skipanum.
Les meira um okkara privatlívspolitikk her.
SØK STUÐUL NIÐANFYRI: