Allar vørur verða goymdar undir bestu umstøðum, so at tær altíð eru so góðar sum til ber.
Vørur verða goymdar á køl, frost og í sergjørdum goymslurúmi til frukt og turrgoymslu. Vit hava avbera góðar køligoymslur til mjólkarvøru, salat, ost, jogurt o.l.
Okkara viðskiftafólk hava eisini møguleika at bíleggja vøru beinleiðis frá veitarum, sum vit samstarva við. Vøran kemur á goymsluna og síðani verður hon skild, pakkað og veitt viðskiftafólki eftir avtalu, fyrst í hvørjari viku.