Poul Hansen heilsøla

Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur fyri Poul Hansen

Okkara privatlívspolitikkur lýsir, hvørjar persónsdátur verða savnaðar á okkara heimasíðu: https://ph.fo og hvussu upplýsingarnir verða brúktir, goymdir og hvørjar mannagondir vit hava, sum skulu trygga at vit handfara dátur á rættan hátt. Fyrstu ferð tú vitjar ph.fo fært tú møguleika at góðkenna neyðugu cookies-stillingarnar, at velja óneyðugar cookies-stillingar til ella frá, ella at góðkenna allar beinanvegin. Eisini verður kunnað innleiðandi um okkara privatlívspolitik, og tann vitjandi fær møguleika fyri at lesa meira um hvat tað inniber við leinkju til júst hesa privatpolitikk-síðuna.

Cookies
Vit brúka eisini cookies fyri at betra um upplivingina hjá vitjandi á okkara heimasíðu, umframt fyri at vísa tí vitjandi meiri viðkomandi tilfar. Hesar dátur verða m.a. savnaðar inn við Google Analytics. 
Um tú ynskir at vita meira um hvussu hendan heimasíðan nýtir elektronisku slóðina, tú leggur eftir teg, tá ið tú vitjar ph.fo, so kanst tú lesa meira her.

 

STARVSUMSÓKNIR 

Sjálvbodnar starvsumsóknir
Tá fólk søkja sjálvboðið starv hjá Poul Hansen verður altíð váttað fyri móttøkuna.

Hjá Poul Hansen hava vit mannagongdir fyri, hvussu vit kunnu verja um privatlívsupplýsingar hjá einastaklingum. Sjálvbodnar umsóknir koma inn í hr@ph.fo og vera goymdar á einum drevi, sum bert stjórin, HR leiðarin og viðkomandi leiðari hava atgongd til og vera slettaðar hálva hvørt ár. Á henda hátt tryggja vit, at umsóknir ikki vera sendar runt umkring, men bert liggja eitt stað.

Starvsumsóknir til lýst starv
Tá fólk søkja eitt starv, sum Poul Hansen hevur lýst leyst, skulu umsóknir sendast til hr@ph.fo. Váttað verður altíð fyri móttøku. Umsóknirnar verða lagdar í eitt drev hjá Poul Hansen til viðkomandi starvið. Bert stjórin, HR leiðarin, viðkomandi leiðari og evt. ein annar leiðari ella eitt starvsfólk hava atgongd til ávísa drevið. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vit loyva okkum at goyma umsóknirnar í eitt hálvt ár aftaná móttøku av umsóknunum. Vit hava mannagongdir sum tryggja, at allar umsóknir vera strikaðar hálva hvørt ár. Harumframt verða ongar umsóknir sendar ímillum leiðarar og starvsfólk við t-posti, men bert lagdar í drevið, so skil kann haldast á, at umsøkjarin kann vera strikaður heilt.

Tá fólk søkja starv umvegis heimasíðuna ph.fo, hava okkara veitarar av heimasíðuni atgongd til hesar umsóknir, men vit hava undirskrivað skjal um trúnað við okkara veitarar. Harumframt hevur marknaðardeildin eisini atgongd til hesar umsóknir og marknaðardeildin strikar hesar umsóknir úr heimasíðuskipanini hálva hvørt ár.

 

UMSÓKNIR UM STUÐUL FRÁ POUL HANSEN
Allar umsóknir um stuðul frá Poul Hansen, ið koma inn umvegis oyðiblaðið á hesi heimasíðu, leggja seg í heimasíðuskipanina hjá okkara veitara, umframt at tær enda í einum serskildum postkassa í Outlook, hjá starvsfólkinum á marknaðardeildini hjá Poul Hansen. Vit hava fasta mannagongd við at vit strika allar upplýsingar hjá einstøku umsóknunum um stuðul, hálvahvørt ár. Tað er bæði úr Outlook-postkassanum hjá starvsfólki á marknaðardeildini, umframt úr heimasíðuskipanini hjá veitaranum. Vit hava undirskrivað skjal um trúnað, við okkara veitarar.

 

Staðrøkt
- starvsumsóknir, løn og fráfaring

Tá størv vera lýst leys í Staðrøkt, skulu umsóknirnar sendast til hr@ph.fo. Tær vera síðani lagdar í eina mappu á einum drevi hjá Poul Hansen (sum viðkomandi leiðari og HR leiðari hava atgongd til) og strikaðar í Outlook.
Hálvt ár aftaná móttøku av umsóknunum, vera tær strikaðar á drevinum.

Lønarkoyring
Lønir til starvsfólk hjá Staðrøkt vera fluttar umvegis Løtt Løn og Bank Nordik. Harumframt fær Taks lønarinntøkurnar saman við einum p-talið.

Lønarskipanin Løtt Løn inniheldur persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at gera lønarflyting.

Fráfaring
Tá starvsfólk fara úr starvið hjá Staðrøkt, vera tey læst í Løtt Løn, aftaná síðstu lønarflyting til tey. Avgerð er ikki tikin enn um at strika tey úr Løtt Løn, av tí at vit enn ikki vita hvørjar fylgjur tað fær fyri lønarhagtøl o.a.

 

VIÐGERÐ AV PERSÓNUPPLÝSINGUM Í SAMBANDI VIÐ TÍÐINDABRØV
Poul Hansen samtakið (Samkeyp, Á, Poul Hansen heilsøla, Gastro, Krás, Staðrøkt og aðrar eindir í samtakinum) sendir kunning og marknaðarføringstilfar við teldubrævi og sms til tey sum melda seg til. Kunningin inniheldur tilboð, tíðindi, virðisseðlar, ráð og annað, sum er viðkomandi.

Fyri at Poul Hansen samtakið kann senda tær kunning, er neyðugt, at Poul Hansen  skrásetur teldupostadressuna hjá tær. Poul Hansen fer ikki at brúka teldupostadressuna til annað enn at senda tær kunning. Tá tú meldar teg til at móttaka kunning frá Poul Hansen samtakinum, samtykkir tú samstundis til, at Poul Hansen kann viðgera persónupplýsingar um teg.

Teldupostadressan hjá tær verður goymd hjá MailerLite Ltd, sum veitir kunningarskipanina. MailerLite goymir upplýsingarnar í Niðurlondum.Teldupostadressan hjá tær verður ikki deild við onnur.

Tú kann melda teg frá við at trýsta á leinkjuna “Melda frá her” niðast í teldupostinum við kunningini ella við at venda tær til Poul Hansen samtakið. Tá tú meldar teg frá verður teldupostadressan strikað. Poul Hansen samtakið viðger persónupplýsingar um teg inntil tú hevur meldað teg frá.

Heimildin hjá Poul Hansen samtakið at viðgera persónupplýsingar um teg í samband við kunning er samtykki sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki aftur og melda teg frá at móttaka kunning. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum fór fram áðrenn samtykki bleiv tikið aftur.

 

TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur rætt til at fáa atgongd til allar upplýsingar vit hava um teg. Um tú ynskir, at strika upplýsingar um teg ella tillaga teir, so kanst tú senda ein teldupost til hr@ph.fo við tínum ynskjum.

 

HEVUR TÚ SPURNINGAR?
Er eitt hvørt tú ivast í ella vilt spyrja um, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 360143 ella senda ein teldupost til hr@ph.fo

 

HVUSSU TRYGGJA VIT OKKARA MANNAGONGDIR VIÐ TÍNUM DÁTUM?
Fyri at tryggja okkum, at vit kunnu halda skil á øllum teimum ymisku persónsdátunum, sum vit hava við at gera, hava vit eina skipan frá Wired Relations, sum ger tað lættari at handfara dátur sambært dátuverndarlógini.

 

DAGFØRINGAR
Vit mæla tær til at vitja hesa síðuna av og á, soleiðis at tú altíð ert kunnug/ur við okkara viðgerð av tínum persónsdátum og møguligum broytingum í okkara privatlívspolitikki.

Hendan síðan er seinast dagførd 12.01.2021

 

SAMBAND OG DÁTUEFTIRLIT

Eftirlit og dagføringar av hesari síðu, verða framdar av dátuábyrgdarstarvsfólki hjá P/F Poul Hansen samtakinum :

P.O. Box 3016
Heykavegur 8
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
V-tal 316911

Avgreiðslutíðir:

Mánadag til fríggjadag
8:00 - 16:00
Tel +298 311 161
Fax +298 315 361
ph@ph.fo 

In English In English