Poul Hansen heilsøla

OKKARA VØRUMERKI

Poul Hansen eigur og rekur ymisk sløg av matvørum, ið eru ein munngóður partur av føroyska gerandisdegnum. Vørumerkini verða framleidd í ymiskum londum.

VITA MARGARIN

Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik varð stovnað í 1908 og skjótt varð farið undir at gera m.a. Vita Margarin. Síðstu árini hevur Poul Hansen átt og framleitt tjóðarskattin, sum flestu føroysk húsarhald dagliga steikja og baka við.

VITA PLANTUMARGARIN

Ein breyðflís uttan Vita plantumargarin er lítið verd. 

KOVIN ROGN

Kovin er fyrsta floks rogn.

SWAN

Mjølið, ið er hvítt sum svanin, hevur Poul Hansen umboðað síðani 1941. Við tíðini hevur man eisini ognað sær rættindi til navnið og vøruna, sum í fleiri ættarlið hevur verið ein sjálvsagdur partur av føroyska køkinum. 

LØRDAGSPIZZA

Vælumtókta leygardagspitsan, sum upprunaliga er norsk, er framvegis fremsta valið, tá ið føroyingar velja at eta pitsa heima.

KRÁS

Krás er matvøruvirki hjá Poul Hansen samtakinum, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt og fisk til føroyska gerandisdagin.

Les meira her

GÓÐBITI

Góðbiti er góðskugóður og bíligur viðskeri, ið passar væl til matpakkan ella nátturaborðið. Veljast kann millum skinku, servelatpylsu og hamburgarrygg. 

In English In English