26. november 2020
John fer úr starvi eftir 44 ár
Mikudagin 25. nov. var hugnaløta í kantinuni hjá okkum, har vit hittust til ein drekkamunn og gott prát, nú John á Ryggi fer úr starvi. Hann hevur verið í starvi hjá Poul Hansen í 44 ár, har hann m.a. eisini hevur havt álitisstørv á goymsluni, bæði sum formaður og næstformaður.
Vit takka hjartaliga Johni fyri trúgva og góða tænastu og ynskja honum blíðan byr í framtíðini.