Poul Hansen heilsøla

30. apríl 2024

Heftir proppar minka um plastdálking

Frá juli 2024 krevur ES, at allar plastikfløskur og onnur íløt við flótandi veskum einans skulu hava heftar proppar. Hetta er nýtt slag av plastikproppum, sum gera tað lættari at endurnýta alla fløskuna. Av tí sama fara flestu fløskur og íløt, ið Poul Hansen Heilsøla umboðar, eisini at hava hesar proppar í framtíðini.

Í dag verða ein út av tíggju fløskum í danska kongaríkinum pantað uttan propp. Verða hesir síðstu propparnir eisini endurnýttir, fer hetta at minka um 140 tons av plastikki ella 70 milliónir proppar, sum ikki enda úti í náttúruni hvørt ár, men heldur verða endurnýtt. Til gagns fyri okkum øll.

Soleiðis kunnu vit øll gera okkurt - uttan at gera nakað - fyri at minka um plastdálking.

Tú skalt bara minnast til at lata heftu propparnar verða verandi heftar á nýggju fløskunum og íløtunum.

 

In English In English