Poul Hansen heilsøla

20. januar 2025

Køkshjálp til Mest í havn

Staðrøkt søkir eftir køkshjálp til kantinuna hjá Mest í Havn. Kantinan ger mat til starvsfólk hjá Mest.

Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin. Frá kl. 9.30 til 13.30 gerandisdagar.

Arbeiðsuppgávurnar

Høvuðsuppgávurnar eru at hjálpa køksfólkinum at skipa fyri matgerð og reingerð í køkinum. Talan er um matgerð til umleið 90 fólk dagliga.

Vit vænta:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú ert røkin, fyrikomandi og arbeiðssom/samur
  • tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • tú dugir at gera vælsmakkandi mat

Royndir og/ella útbúgving innan matgerð kann vera ein fyrimunur.

Lønarviðurskifti

Løn sambært sáttmála hjá HAK.

Um staðrøkt

Staðrøkt er partur av Poul Hansen samtakinum og veitir tænastur innan reingerðararbeiði og kantinuvirksemi.

Umsókn

Hevur tú fleiri spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Mercy Debes, køksleiðara, á 599772.

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til Símun Midjord, dagligur leiðari í Staðrøkt, á smidjord@ph.fo

Freist

Starvið verður sett at byrja 3. februar 2025.

In English In English