Poul Hansen heilsøla

04. september 2024

Joshua útbúgvin sum slaktari

Joshua í Brekkunum er nú útbúgvin sum slaktari.

Móttøka var á skúlanum í Roskilde í gjár.

Umframt Rúna Mohr, leiðara á Krás, var familjan hjá Joshua eisini møtt upp. Harímillum omma Joshua, Marita í Brekkunum, sum er fyrsti kvinnuligi slakatarin í Føroyum og samstundis næsti føroyingurin, ið er útlærdur sum slaktari.

Vit í Poul Hansen samtakinum ynskja Joshua hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Lærutíðin endar 25. oktober í ár. 

 

In English In English