Poul Hansen heilsøla

30. juli 2024

Køkshjálp til Mest í Runavík

Staðrøkt søkir eftir køkshjálp til kantinuna hjá Mest í Runavík. Kantinan ger mat til starvsfólk hjá Mest og øðrum fyritøkum í nærumhvørvinum.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Frá kl. 8.00 til 14.00 gerandisdagar.

Arbeiðsuppgávurnar
Høvuðsuppgávurnar eru at hjálpa køksfólkinum at skipa fyri matgerð og reingerð í køkinum. Talan er um matgerð til umleið 200 fólk dagliga.

Vit vænta
• tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
• tú ert røkin, fyrikomandi og arbeiðssom/samur
• tú ert før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
• tú dugir at gera vælsmakkandi mat

Royndir og/ella útbúgving innan matgerð kann vera ein fyrimunur.

Lønarviðurskifti
Løn sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Um Staðrøkt
Staðrøkt er partur av Poul Hansen samtakinum og veitir tænastur innan reingerðararbeiði og kantinuvirksemi.

Umsókn
Hevur tú fleiri spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Karhild Davidsen, køksleiðara, á 219281.

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til Símun Midjord, dagligur leiðari í Staðrøkt, á smidjord@ph.fo

Freist
Starvið verður sett skjótast gjørligt.

In English In English