12. mai 2019
Vit hava nú í eina tíð arbeitt við at menna ein nethandil til okkara Catering kundar. Ofta hava kokkar og matstovur tørv á at keypa inn uttanfyri vanliga upplatingartíð, og við hesari loysnini kann ein bílegging sendast allar tímar á døgninum.
Matmentanin í Føroyum stendur í fagrasta blóma, og týttleikin av nýggjum matarstøðum og øðrum tilboðum til eitt nú ferðafólk, er støðugt vaksandi. Hjá okkum sæst hetta eisini aftur við at Cateringøkið veksur alsamt og nýggj viðskiftafólk leggjast til. Vit hava sæð, at tørvur er á at kunna bíleggja nýggja vøru, ígjøgnum allan dagin, eisini uttanfyri vanliga telefontíð í gerandisdegnum og um vikuskifti. Vit hava tí ment ein nethandil, ið vit kalla PH Foodservice, sum gevur okkara viðskiftafólki møguleika at bíleggja online, allar tímar á døgninum.
Tað serliga við nethandlinum er, at umframt tær vørur vit hava á okkara egnu goymslu, kunnu vit eisini bjóða kundum eitt breitt úrval av skaffivøru, sum kemur av fjargoymslum frá okkara veitrum uttanfyri landoddarnar.
Við nærum 12.000 vørum á cateringskránni, kunnu vit helst nøkta ein hvønn tørv hjá okkara kundum.
Ynskir tú at verða cateringkundi hjá okkum, er bara at seta seg í samband við okkara fólk á økinum her :
Kontakt: Jóan Petur tel. 235344
T-post: catering@ph.fo