17. august 2020
Í sambandi við støðuna við Korona virusinum í løtuni, hava vit hjá Poul Hansen aftur skipað okkum øðrvísi í eina tíð fram.
Umsitingin koyrir sum vanligt, tó við tillagaðum mannagongdum, sum fylgja heilsufrøðiligu tilmælunum frá myndugleikunum.
Viðvíkjandi heintiordrum, so royna vit at minka um smittuvandan við at hava so fá starvsfólk sum gjørligt á arbeiðsplássinum samstundis, men hetta skal tó ikki ávirka kundan.
Goymslan heldur eisini áfram og arbeiðir sum vanligt.
Tó ynskja vit ikki at nakar uttan starvsfólkini sum vanliga starvast í goymsluni, eru á goymsluni.
Kundin bíleggur sum vanligt á telefon ella á netinum og kemur til Poul Hansen eftir vøruni og fær vøruna við at ringja á tlf. 360 101.
Eins og hjá flest øðrum var tað lættari at tillaga okkara virksemið hesu ferð. Við tí í huga, halda vit hjá PH áfram at virka eftir besta førimuni, og ynskja øllum blíðan býr og gott mót í hesi Koronutíð!