13. mai 2019
Okkara søludeild arbeiðir støðugt við at fáa í lag góðar avtalur við veitarar, sum hava nógv eftirspurdar vørur.
Á sømetisøkinum er stór framgongd í keks og góðgætisúrvalinum. Søludeildin hevur arbeiðtt við at fáa í lag góðar avtalur við dygdarmerkir so sum Homeblest, Viscount, Wagonweels, Cadbury og onnur kend vørumerki. Tí kunnu vit nú bjóða okkara kundum eitt breitt og eftirspurt úrval av søtmeti og góðgæti. Eitt nú eru vit helst størsti veitari innan leyvekt í Føroyum. Á tí økinum kunnu vit bjóða okkara kundum 108 ymisk sløg av leysvekt góðgæti at velja í millum. Eisini hava vit eitt gott samstarv við kenda danska veitaran Premier is, og kunnu veita eitt gott úrval av ísum frá hesum vælumtóktað veitara.